Minicloset

Annie-kjóli

Tilboðsprísur Prísur 297,00 kr Upprunaprísur 495,00 kr Prísur per eintak  per 

Veiting roknað við kassan.

Vakri Annie kjólin, ið Minicloset hevur gjørt í samstarv við Marthu frá Norra, er úr 100% økologiskari bummull. Tað var týdningarmikið fyri Marthu, at kjólin bleiv gjørdur við tí fyri eyga, at ein partur av peninginum fór til eitt vælgerandi endamál.

Í tí sambandi hava vit valt at geva 50kr. av hvørjum kjóla, ið verður seldur, til spælihetjurnar á landsjúkrahúsinum.

Ein spælihetja er eitt starvsfólk, ið hevur til uppgávu at fáa børn, sum eru innløgd ella koma inn á Barnadeildina til ambulanta viðgerð, at spæla og røra seg. Spæl er ein grundleggjandi partur av at vera barn, og at spæla kann vera lekjandi móti pínu, sorg og stúran, og tí gera spælihetjurnar eitt fantastiskt arbeiði.

Vit hava seinasta árið brúkt nógva tíð á sjúkrahúsinum við dóttrini og fara eisini at gera tað framyvir. Av tí sama ynskja vit at dóttirin, og onnur børn í somu støðu sum hon, fáa eina so góða uppliving sum gjørligt her.

✓ 100% økologisk bomuld
✓ Limited edition

Sale

Unavailable

Sold Out