Um okkum

GLÓW

GLÓW selur klæðir til leikandi barnið. Hjá okkum er barnið klætt til hendingaríka gerandisdagin og til glógvandi veitsluna.

 

GLÓW er ein føroysk fyritøka, sum er navngivin við støði í enska orðinum ”to glow”, tó við eini samantvinning av føroyskari og enskari stavseting.

Í sjálvum sær glógvar einstaka barnið, og vilja vit við okkara vøru stuðla undir barnanna náttúrligu glógvan og gleði.

Vit hava lagt okkum eftir at finna veitarar við vørum, ið okkum dámar, og sum taka hædd fyri góðsku, sniðgeving og tilfarinum, vøran er framleidd úr. Vit ynskja at klæða barnið í til spennandi og hendingaríka gerandisdagin og til glógvandi veitsluna.

Vit arbeiða áhaldandi við at víðka um okkara vøruúrval, sum vit nágreiniliga velja út við støði í okkara stíli. Somuleiðis taka vit hædd fyri, hvørjar vørur, vit meta, eftirspurningur er eftir í Føroyum.

Veitarar:

 

GRO

Fyritøkan GRO velur altíð burðardygga framleiðslu og bestu góðsku av toyði. Klæðini, sum fyritøkan framleiðir, eru tíðarleys við tí fyri eyga, at teirra klæðir skulu ganga í arv.

Stílurin hjá GRO er einkultur, stílreinur og behagiligur, so barnið er klárt til gerandisdagin.

 

Minicloset

Minicloset er nýggj fyritøka, sum bleiv sett á stovn í 2020, og víðka tey alsamt um sítt vøruúrval. Tey arbeiða støðugt við at økja um teirra úrval av økologiskum og burðardyggum toyði.

Minicloset roynir at fanga tann skandinaviska stílin við einum hinti av onkrum øðrvísi.

 

Frej & Freja

Frej & Freja er eitt nýtt merki, ið ynskir at vekja sansirnar hjá børnunum við leikum og í spæli.

Burðardygd er lyklaorðið í teirra framleiðslu. Hetta kemur serliga til sjóndar í, hvussu haldgóðar vørurnar eru, og at allar vørur eru framleiddar uttan skaðilig evnir.

 

Little Wonders

Klæðini hjá fyritøkuni Little Wonders eru skapt út frá eini visjón um, at hvør dagur skal vera serligur. ”Fagurleiki og vøkur ting lyfta sinnið og kveikja sálina” er teirra mantra.

Sale

Unavailable

Sold Out