Handilstreytir og privatlívspolitikkur

Bílegging

 

Tá tú bíleggur á GLÓW, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan sendandi við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og GLÓW. Vit tilskila okkum rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala millum teg og GLÓW.

 

Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini lættari, um tú ynskir at bíleggja eina aðruferð. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á GLÓW.

 

Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á GLÓW, hoyra vit fegin frá tær.

 

Veiting

 

Vøran verður koyrd út í miðstaðarøkinum (Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Argir, Norðastahorn, Velbastað og Kirkjubø), og um vøran skal aðrastaðni í Føroyum, verður hon send við POSTA.

 

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 49 kr.

 

Um bílagt og goldið verður seinni enn kl. 17 hósdag til leygardag ella á almennum frídegi, verður vøran send komandi yrkadag.

 

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er viðmerktur í bíleggingini.

 

Kostnaður fyri veiting er 15 kr. í miðstaðarøkinum (Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Argir, Norðastahorn, Velbastað og Kirkjubø).

Kostnaður fyri veiting uttan fyri omanevndu bústaðir er 49 kr. 

 

Umbýtingarrættur

 

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast um við aðra vøru, ella kann gjaldið vera flutt aftur á gjaldandi kontu.

 

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til glow@glow.fo, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin.

 

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

 

  • Gávukort kunnu ikki býtast um til pening
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella pening
  • Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin

Vinarliga boða okkum frá á glow@glow.fo og send vøruna til: Kráargøta 11, 160 Argir. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.

 

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skaðað ella burturmist.

 

Prísir

Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í donskum krónum (DKK).

 

Fyrivarni verður tikið fyri slagvillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbreki frá veitarum.

  

Gjalding

 

Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verða bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt.

 

Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. GLÓW goymir ongar kortdátur. GLÓW deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.

 

Gjaldast kann við hesum kortum:

 

  • Visa/Dankort
  • Visa
  • Visa Electron
  • MasterCard
  • MasterCard Debit

 

Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar GLÓW sær rættin at selja vøruna til annan keypara.

 

Reklamatiónsrættur

 

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á glow@glow.fo. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast nýggja við vøru ella endurgjaldast. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 3 mánaðir og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni, sum til dømis at vaska klæðini skeivt.

 

Leikur og borðbúnaður hava ein reklamatiónsrætt á 6 mánaðir, sum er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni.

 

Tú skalt senda okkum ein teldupost á glow@glow.fo og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. GLÓW rindar aftursendingina, um skaðin er váttaður.

 

Trúnaður

 

Fyri at keypa á GLÓW, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:

 

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

 

Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna. Persónsupplýsingarnir verða goymdir í 5 ár og verða síðani strikaðir. Tá persónsupplýsingarnir verða savnaðir, er hetta altíð eftir at tú, sum kundi, hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita, hvørjir upplýsingar skulu nýtast og hví.

 

Eigararnir, Anita Hentze Hardlei og Ronja Hentze Hardlei, eru tær einastu, sum hava atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg.

 

Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur. Teir eru einans goymdir í okkara kundasavni.

 

Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar.

 

Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.

 

Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til glow@glow.fo

Kennifílur (cookies) 

Á GLÓW nýta vit kennifílur fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum, so skipanin t.d. minnist, hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika kennifílurnar frá tínari eind.

Sale

Unavailable

Sold Out